mandag, april 16, 2007

Í Morgun andaðist mín elskaða omma

I morges døde min elskede farmor.
Et fantastisk menneske, altid glad og smilende.
Hun var selve kernen i vores familie og fik altid holdt familien sammen.
På grund af hendes dejlige menneskelighed og dejlige afslappende og imødekommende personlighed har hun gjort sig til et legende.

Selv i hendes døende stund ønskede hun kun at andre havde det godt.

Omma, jeg vil altid huske dig !!

 




Góða elskaða omma.

Hettar er ein syrgilig stund at tú ert farin frá okkum. Men øll tey mongu deiligu minni av tær koma altíð at liva í okkara hjørtum.

Tú hevur altíð verði kjarnan í okkara familiu. Tú hevur altíð minnst øll. Altíð tann sum hevur staði fyri øllum samanhenginum í familjuni. Tú hevur altíð verði støtta fyri øll sum hava haft brúk fyri tíð

Tú fert ongantíð at verða gloymd. Av tíð at tú vart eitt so deiligt og behagiligt menniskja hevur tú gjørt teg til ein legend.

Eg kann bara verða stoltur og takka Gudi fyri at eg havi verði so heldigur at tú var ein partur av mínum lívið.

Eg sakni teg so ótrúliga nógv.

Siti nú og hugsi um tá vit bæði gingu heim frá ríkissjúkrahúsinum, hvussu nógv vit flentu, hvussu hugnaligt vit høvdu tað. Hugsi eisini um allar tær ferir vit hava hugna okkum til ein kop af kaffi, har vit í fleiri tímar bara snakkaðu um alt og einki. Vit hava haft soo nógvar hugnaligar løtir.

Øll ið hava verði so heldig at møta tær, minnast teg sum ein so ótrúliga fittan persón.

Omma, tú náddi, hóast ungan aldur, tó at fáa ein deiligan mann, trý deilig børn, 9 ommubørn og eitt langommubarn og verða gift í 50 ár.

Vit mugu øll minnast hvat omma helst vildi… At vi øll skulu halda saman og styrkja hvønn annan.
Posted by Picasa


Minnist so gott tá hendan myndin var tykin, hvussu vit flentu øll og kallaðu teg fyri rockara-omma við sólbrillunum. Tú vart altíð við uppá at gera stuttlig ting og flenna.




Bjartur fer eisini at sakna teg so nógv. Allar tær ferðir tú gav honum eitt oyra so hann eisni hevði tað gott. Tú gloymdi aldrin nakran. Øll skuldu bara hava tað gott.








Túsund takk fyri alt tú hevur verði fyri meg

Hvíl í friði